
Ergoterapi
Titra bjóðar ergoterapeutiska heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi ráðgeving, vegleiðing, og venjing. Átøksøkið er trivnaður í breiðastu merking. Kjarnuuppgávurnar eru, at skipa soleiðis fyri, at menniskjað kann mennast og gerast so sjálvbjargið, luttakandi og virkið í dagligdegnum, sum fortreytirnar loyva tí. Eg veit og trúgvi uppá, at tað loysir seg og ber til. Eg havi sáttmála við heilsutrygd, sum fevnir um persónar undir 18 ár.