BG Home

Fyrilestrar

Eg havi drúgvar royndir við at undirvísa, halda skeið og faklig upplegg.

Málbólkar hava verið heilsufakfólk, kvøldskúlanæmingar, starvsfelagar, áhugafeløg, foreldrafundir, fosturforeldur, og nógv onnur, leik og lærd.

Felags fyri innihaldið hevur verið, at tað hevur snúð seg um tilvitan um lívsdygd, heilsufremjan og sjúkufyribyrgjan.

Evnini fevna breitt. Úr rúgvuni kann nevnast “Persónlig menning” (8 vikurs kvøldskúlaskeið), “Trivnaður á arbeiðsplássinum”, “Kreppa & sorg í samband við demens”, “Sansaskipanir, motorikkur og børn”, “Tað serliga sensitiva barnið”, “Strongdir barnakroppar. Eru góð ráð dýr?”, “Introvert og ekstrovert børn í skúlanum”, “Tá strongd, trauma og dysfunktiónin setir seg í kroppin”, “Innleiðsla um TRE” og “TRE sum viðgerð til fólk við sclerosu”.

Eisini havi eg undirvíst í Poly Vagalu Teoriini, sum er slóðbrótandi teoriin hjá Stephen Porges, um hvussu kroppurin sjálvregulerar í og úr strongd, um hugtøkini “flight-fight-freeze”, um trauma-atferð, og um hvussu til ber at koma úraftur ógagnligu støðuni.

Vilt tú vita meira, eri eg fús at svara spurningum. Tað ber væl til at snikka ein fyrilestur til eftir tínum tørvi.

Send mær ein fyrispurning