Sálarviðgerð

Sálarviðgerð

Í sálarviðgerðin verður støðið tikið í gestalt-psykoterapi. Endamálið er at betra um lívsviðurskiftini ið gera, at trivnaður og lívsdygd ikki tykjast nóg góð.

Gestalt merkir meiningsfull heild. Í sálarviðgerðini verður støðið tikið í kenslum, tonkum, kroppi.

Arbeitt verður við hvussu tú brúkar teg sjálvan sum menniskja, í samanspæli við tínar relatiónir og umhvørvi, og hvat forðar tær í at liva lívið, sum tú ynskir tær tað.

Stutti filmurin, sum sæst her greiðir væl frá, hvat gestalt-terapi er.

Tað eru nógv ymisk viðurskifti sum gera, at ein kann hava tørv á sálarviðgerð. Hetta kann m.a. vera trauma, strongd, angist, tunglyndi, bundinskapur, órógv, svøvnloysi, ynskið um sjálvsmenning, ella at fáa sett lívið í perspektiv.

Viðgerðin er vælegnað til einstaklingar, pør og bólkar.

Prisir
Ein einstaklingaviðgerð varðir í uml. ein tíma og kostar 800,- kr. Er tú lesandi, pensjonistur ella fæleys/ur finna vit eina hóskandi loysn.

Prísir fyri bólkaviðgerðir verða áettir eftir luttakaratali.

Send mær ein fyrispurning