
TRE
TRE-Trauma Release Exercises eru likamligar venjingar, sum kunnu loysa upp djúptliggjandi kropsligar og kensluligar spenningar, sum er avleiðing av sálarligum løstum og langtíðar strongd.
Orsøkir til overvan á nervalagið eru nógvar og kunnu vísa seg sum angist, strongd, órógv, niðursett hugsavnan og ringt svøvnlag. Heilsuligar avleiðingar av hesum kunnu verða hjartatrupuleikar, høgt blóðtrýst, minnið kann svíkja, høvuðpína, pína í nakka, herðar, rygg og lendar, búkpína, viknað immunverja v.m.
Blokeringar í nervalagnum kunnu vísa seg sum manglandi nærvera (dissociatión), niðursett innlæring og arbeiðsminni, tunglindi, isolatión og manglandi orka í gerandisdegnum. Heilsuligar avleiðingar kunnu verða kronisk møði, ólag í sodningarlagnum, kensluloysi, og sokallaði “funktionelle lidelser” sum fibromyalgi, v.m.
Við at gera TRE venjingar, aktiverast íborni eginleikin at sjálvregulera nervalagið gjøgnum ristingar (neurogen tremor). Hetta skapar ró, javnvág og leking í nervalagið.
Les meira her um ymisku møguleikarnar við TRE, á hesi donsku heimasíðuni.
Prisir
Ein einstaklingaviðgerð varðir í uml. ein tíma og kostar 800,- kr. Er tú lesandi, pensjonistur ella fæleys/ur finna vit eina hóskandi loysn.
Prísir fyri bólkaviðgerðir verða áettir eftir luttakaratali.