UM TITRA

Orðið Titra merki at skelva, rista, vibrera, og pulsera, sum er grundalagið undir øllum lívi.

Í Titra arbeiða vit við at skapa lív og vitalitet við gestalt-sálarviðgerð, TRE-kropsviðgerð og ergoterapi. Hesir viðgerðarháttir, stuðla allir undir hvønn annan, og skapa eina holistiska tilgongd.

IDA LÓN

Eg eri útbúgvin ergoterapeutur, gestalt sálarviðgeri og TRE-veitari.

Ergoterapi síðan 1988: 35 ára arbeiðsroyndir, við øllum aldursbólkum, á somatiska, psykiatriska og sosiala økinum, í Føroyum og uttanlanda.

Kliniskur Gestalt sálarviðgeri síðan 2014: Royndir í egnari viðgerðarstovu, við einstaklingum, pørum og bólkum.

TRE-veitari síðan 2019: Royndir frá egnari viðgerðarstovu, við vaksnum og børnum, einstaklingum og bólkum, í Føroyum og uttanlanda.

Undirvísing og skeiðsvirksemi, hevur altíð verið ein týðandi partur av mínum fakliga virksemi.

Eg havi drúgvar royndir við 12-stiga arbeiði, eftir Minnesota modellinum, við einstaklingum, við avvarandi- og familjuviðgerð.

Ida Lon